Spyr um yvirtøkuætlanir

Spyr um yvirtøkuætlanir
Ein limur í Føroyanevndini í Fólkatinginum spyr forsætisráðharran, hvørjar altjóða skyldur Føroyar binda seg til, um Føroyar yvirtaka útlendingamál
 
29.08.2016 - 08:40

Hvørjar altjóða skyldur binda Føroyar seg til, um Føroyar yvirtaka útlendingamál? Tað vil Søren Espersen í Dansk folkeparti og limur í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum hava at vita frá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra.

Spurt verður, hvørjar skyldur Føroyar binda seg til í flóttafólka-sáttmálanum hjá ST, í sáttmálanum um tey statsleysu og í evropiska mannarættinda-sáttmálanum, um Føroyar yvirtaka útlendingamál, sum spurningurin til forsætisráðharran er orðaður.

Hóast semja er millum landsstýrið og stjórnina um, at Føroyar yvirtaka útlendingamál, tykist tingmaðurin hjá Dansk folkeparti at ivast, tí hann spyr "um" og ikki "tá" Føroyar yvirtaka málsøkið.

Í nógv ár hava ymisk landsstýri ætlað at yvirtikið útlendingamál. Nú verður miðað eftir at leggja lógaruppskotið um yvirtøkuna fyri løgtingið í vetur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858