Býráðslimir hóttir við bót

Býráðslimir hóttir við bót
Innlendismálaráðið noyddist at hótta við dagbótum fyri at fáa Tvøroyrar býráð at taka avgerð um tingsessin hjá borgarstjóranum, Kristini Michelsen
Býráðið á Tvøroyri skulkaði sær undan at viðgera málið um dupultleiklutin hjá borgarstjóranum, Kristin Michelsen, hóast aðalráðið kravdi tað
 
12.09.2016 - 14:14

Býráðið á Tvøroyri skulkaði sær undan at taka avgerð um tingsessin hjá Kristini Michelsen, borgarstjóra. Tað vísir innlit, Sosialurin hevur fingið í málið um dupultsessin hjá Kristin Michelsen, borgarstjóra og tinglimi. 

Býráðið vildi ikki viðgera málið, hóast aðalráðið kravdi tað. 1. september í fjør varð borgarstjórin á Tvøroyri valdur á Løgting, men býráðið tók ikki støðu til, um hann bæði kundi røkja starvið sum borgarstjóri og tinglimur.

Ryktu fleiri ferðir

Hóast Innlendismálaráðið fleiri ferðir heitti á Tvøroyrar býráð um at fáa avgreitt málið, so hendi einki í málinum, fyrr enn Innlendismálaráðið hótti við at krevja 300 krónur í dagbót frá hvørjum kommuustýrislimi frá 25. august at rokna.

Dagin fyri, at fyrstu bøturnar skuldu skrivast, kom málið um dupultmandatið hjá Kristini Michelsen loksins á skrá á býráðsfundi.

Fundurin tók avgerð um at játta eini umsókn frá Kristini Michelsen um at sleppa at røkja bæði borgarstjóra- og tingsess. Býráðsfundurin varð hildin fyri afturlatnum hurðum, skrivar Sosialurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328