Arbeiðssetningurin ov smalur

bannari
Arbeiðssetningurin ov smalur
Smali arbeiðssetningurin hjá Nýskipanarnevndini forðar fyri breiðum semjum í Løgtinginum, heldur limur í nýskipanarnevndini hjá Fiskimálaráðnum
Arbeiðssetningurin hjá Nýskipanarnevndini er alt ov smalur. Nevndin sleppur bara at viðgera loysnir, har øll fiskirættindi verða seld um uppboðssølu, heldur Herálvur Joensen, sum er í nýskipanarnevndini hjá Fiskimálaráðnum
 
19.09.2016 - 12:32

Arbeiðssetningurin hjá Nýskipanarnevndini er alt ov smalur. Nevndin sleppur bara at viðgera loysnir, har øll fiskirættindi verða seld um uppboðssølu.

Tað sigur Herálvur Joensen, limur í nýskipanarbólkinum hjá Fiskimálaráðnum, sum heldur at smali arbeiðssetningurin forðar fyri breiðum semjum í Løgtinginum.

Prutlar undir lokinum

Tað prutlar undir lokinum í nevndini, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett at gera álit um eina nýskipan av føroysku fiskivinnuni. Ein atfinning inni í Nýskipanarnevndini er, at sjálvur arbeiðssetningurin er ov smalur.

Undir yvirskriftini "frá politiskari útluting av fiskirættindum til marknaðargrundaða skipan" hevur nýskipanarnevndin fingið sum arbeiðsstning at "viðgera og gera uppskot til skipan, ið er marknaðargrundað, har tað almenna bjóðar fiskirættindi fram sum brúksloyvi fyri ávísa tíð.

Uppskotini kunnu vera uppboðssøla av fiskirættindum frá tí almenna til privatar - ella: aðrar møguligar útbjóðingarskipanir frá tí almenna til privat." Fyri summarfrítíðina var nýskipanarnevndin á fundi við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Ótrygt hjá fiskivinnuni

Arbeiðssetningurin bleiv nágreinaður, landsstýrismaðurin gjørdi greitt, at øll fiskirættindi skulu seljast um uppboðssølu. Síðani hevur nevndin burturav arbeitt við tí fortreyt, at øll fiskirættindi skulu seljast um uppboðssølu.

Í hoyringsskrivinum, sum Nýskipanarnevndin hevur sent politiska- og vinnuliga fylgibólkinum, gevur nevndin til kennar, at hon er ivasom um hendan leistin.

Nevndin skrivar millum annað, at ein uppboðssøla av øllum fiskirættingdum í senn hevur við sær stórar váðar og ótryggleikar fyri føroysku fiskivinnuna.

Trupult at meta um avleiðingar

Nýskipanarnevndin sigur seg ikki vita um nakað land, sum lutar øll síni fiskirættindi út á uppboðssølu, og tí er trupult hjá nevndini at meta um avleiðingarnar av at verkseta eina slíka skipan.

Í triðja lagi er Nýskipanarnevndin í iva um, hvussu væl ein uppboðssøla kann tryggja, at aðalendamálini í arbeiðssetninginum kunnu røkkast.

Herálvur Joensen, limur í nýskipanarnevndini, eftirlýsir í dag møguleikan hjá nevndini at arbeiða víðari við øðrum loysnum, heldur enn at selja alt um uppboðssølu.

Nevndin skuldi sloppið at arbeitt víðari

Herálvur Joensen, sum eisini er stjóri í Reiðarafelagnum, váttar, at nevndin fekk ikki loyvi at arbeiða víðari við øðrum loysnum enn uppboðssøluni. Landsstýrismaðurin segði nei. Tað harmast Herálvur Joensen um.

- Eg haldi at nevndin átti at sloppið at arbeitt víðari við øðrum modellum enn at alt skal seljast um uppboðssølu, sigur Herálvur Joensen, sum er í Nýskipanarnevndini.

- Tað hevði givið nevndini møguleika at komið við einum meira "realpolitiskum uppleggi", sum hevði verið betri skikkað til at skapa eina breiða politiska undirtøku, sigur Herálvur Joensen.

Hvørgan loysnin góð

Í hoyringsskrivinum frá Nýskipanarevndini eru nevndir tvinnir leistir fyri, hvussu fiskirættindini kunnu seljast á uppboðssølu. Annar leisturin er at selja øll rættindi fyri í mesta lagi eitt ár í senn.

Hin leisturin er ein kombinatión av stutttíðar- og langtíðarloyvum upp á fimm til 10 ár. Spurdur, hvønn av hesum leistum hann tekur undir við, svarar Herálvur Joensen stutt:

- Tað er sum at velja millum pest og kolera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049