Leggja seg út í valstríðið

bannari
Leggja seg út í valstríðið
LGBT Føroyar heitir á veljarar um at velja valevni, sum vilja gifta tvey av sama kyni, tá broytingarnar í hjúnabandslógini eru komnar í gildi
LGBT Føroyar leggur seg nú út í valstríðið upp undir kommunuvalið 2016
 
20.10.2016 - 17:49

Sambært galdandi lóg kunnu borgarstjórar ella aðrir kommunustýrislimir, sum hava heimild at gifta fólk borgarliga, nokta fyri hesum, og henda rættin viðurkennir LGBT Føroyar.

Greinin heldur fram niðanfyri

Men rørslan heldur, at vilja vit hava eitt rúmligt og fevnandi samfelag, har øll eru eins fyri lógini og hava sama rætt og skyldur, so eiga limir í LGBT hava møguleika at verða giftir í øllum føroyskum kommunum.

LGBT Føroyar mælir tí veljarum til at velja valevni, sum játtar at gifta tvey av sama kyni, tá lógin er komin í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860