Grønlendingar tíma ikki at arbeiða fisk

Grønlendingar tíma ikki at arbeiða fisk
Royal Greenland kannar nú møguleikarnar at fáa kinesarar at arbeiða á trimum fiskavirkjum
 
23.10.2016 - 10:56

Tað gongur so illa hjá Royal Greenland at fáa grønlendingar at arbeiða á fiskavirkjum, at neyðugt verður at boðsenda kinesarum at manna virkini.

Fyrstu 30 kinesararnir koma til Grønlands í vár, sigur samtøkustjórin í Royal Greenland, Søren Olsen Damgaard, við heimasíðuna hjá Royal Greenland.

- Søludeildin í Kina er farin at søkja eftir 30 fólkum, sum vilja arbeiða á fiskavirkjunum. Hetta er bara fyrsta stigið. Ætlanin er at fáa fleiri útlendingar at arbeiða hjá okkum næsta ár, sigur Søren Olsen Damgaard.

SIK harmast

Formaðurin í grønlendska landsfelagsskapinum, SIK, Jess G. Berthelsen, harmast um støðuna.

Hann sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at tað ber ikki til at skera allar grønlendingar yvir ein kamb og siga, at teir tíma ikki at arbeiða. 

Men hann viðurkennir, at tað eru trupulleikar í ávísum vinnum, m.a. í fiskiídnaðinum.

- SIK er ikki ført fyri at loysa trupulleikan einsamalt. Vit noyðast øll at samstarva, til tess at loysa trupulleikan, sigur Jess G. Berthelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098