Siglingin rakt av sparingum

Siglingin rakt av sparingum
Strandferðsluni varð álagt at spara eina hálva millión. Tí var eingin sigling í oynna fleiri vikur í heyst, hóast tað skuldi verðið siglt
Strandferðslan skal spara eina hálva millión krónur. Tí varð ikki siglt í september og til heystfrítíðina, sigur landsstýrismaður í svari til fyrispurning hjá tingmanni
 
17.11.2016 - 13:32

Siglt varð ikki á ykinesleiðini í september og til heystfrítíðina, tí Strandferðsluni varð álagt at spara eina knappa millión krónur. 

Tað sæst í svari frá Henriki Old, landsstýrismanni, til Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, ið spurdi, hví mykinesleiðin varð skerd.

SÍ EISINI Nú kann Strandferðslan útveita farleiðir

Mett varð eisini, at ferðasambandið út í Mykines verður væl røkt av tyrluni, sæst í svarinum frá landsstýrismanninum til tingmannin.

Sagt verður eisini, at landsstýrismaðurin ætlar sær at arbeiða fram ímóti eini skipan, har siglt kann verða í september eftir tørvi, til dømis við tilkalling tá ið viðrar.

Strandferðslan ongan eykabát

Siglast skal til Mykines í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 31. august umframt 10 dagar í heystfrítíðini, stendur í avtaluni, Strandferðslan hevur gjørt við privata felagið, sum hevur siglingina.

Av tí at Strandferðslan ongan eykabát hevur, er Strandferðslan bundin av at leiga privatar bátar tá skipini skulu í dokk. Tí gongur Jósup, ið røkir mykinesleiðina, inn í dokkingarætlanirnar hjá Strandferðsluni. 

Og so seint sum í ár varð Jósup leigaður millum 1. september og byrjanina av heystfrítíðini, tá ið fleiri skip hjá Strandferðsluni vóru á sleipistøð.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109