Danski ráðharrin upp í málið

Danski ráðharrin upp í málið
Ætlanin at umskipa arbeiðsviðurskiftini hjá løgregluni í Vágum og Norðoyggjum endar nú á borðinum hjá Søren Pind, løgmálaráðharra
Málið um at broyta arbeiðsviðurskiftini hjá løgregluni í Norðoyggjum og Vágum endar nú á borðinum hjá danska løgmálaráðharranum
 
24.11.2016 - 09:14

Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, spyr løgmálaráðharran, um at hann heldur tað vera í lagi, at løgreglumanningin í Vágum verður skorin niður í helvt, og at eingin náttarvakt skal vera á løgreglustøðini í Klaksvík.

Hetta elvir til ótryggleika í lokalsamfelagnum, sigur Tórbjørn Jacobsen. Hann vísir á, at seinastu árini er løgreglan miðsavnað, og tað hevur havt við sær, at eingin løgregla er longur í Eysturoynni.

Løgreglan: Broytingarnar eru neyðugar

Sambært ætlanini, sum nú er løgd fram, eru tekin um, at eingin løgregla skal vera í økjunum norðanfyri, eystanfyri og vestanfyri Havnina.

Niels Erik Nymark Jensen, løgregluovasti, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at bygnaðarbroytingarnar eru neyðugur fyri at fáa sum mest burtur úr arbeiðsorkuni.

SÍ EISINI Misnøgd við broytingar

Broytingarnar bera millum annað í sær, at tvey løgreglufólk verða flutt úr Vágum til Havnar at arbeiða. Men vágafólk verða kortini ikki slept upp á fjall, sigur løgregluovastin.

Í Norðoyggjum fara løgreglufólk úr Havn eisini at sita vakt um náttina, men talan verður kortini ikki um at niðurleggja løgreglustøðina í Klaksvík um náttina.

Niels Erik Nymark Jensen vísir aftur, at broytingarnar fara at ávirka Norðoyggjar og Vágar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360