Tvøroyrar býráð skipað

bannari
Tvøroyrar býráð skipað
Kristin Michelsen fer 1. januar undir fimta skeið sítt sum borgarstjóri á Tvøroyri. Fýra kvinnur og tríggir menn eru í býráðnum
Nývalda býráðið á Tvøroyri skipaði seg týsdagin. Fýra kvinnur og tríggir menn eru í býráðnum
 
30.11.2016 - 11:11

Anita Vibergsdóttir á Borgaralistanum verður varaborgarstjóri. Kommunulistin og Borgaralistin hava skipað meiriluta. Teir hava fýra av sjey býráðslimum.

Javnaðarflokkurin er í minniluta. Býráðið valdi eisini fólk í tær seks føstu nevndirnar. Tær skipa seg eftir nýggjár. 

Viðgera spurningin um løgtingssess

Kristin Michelsen hevur verið borgarstjóri á Tvøroyri síðani 3. februar 2003, fyrst fyri Uttanflokkalistan, síðani fyri Javnaðarflokkin, men eftir nýggjár fyri Kommunulistan.  

Tá nýggja býráðið hevur tikið við á nýggjárinum, skal tað taka støðu til, um Kristin Michelsen kann vera í Løgtinginum samstundis sum hann er borgarstjóri.

Í býráðnum á Tvøroyri, sum varð valt á kommunuvalinum 8. november, eru fýra kvinnur og tríggir menn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652