Vænta at búskaparstøðan batnar

Vænta at búskaparstøðan batnar
Frágreiðingin, sum Landsbankin ger um fíggjarliga støðufesti fyri fyrra hálvár vísir, at fleiri bankar vænta at búskaparstøðan hjá húsarhaldunum fer at batna í 3. ársfjórðingi
Frívirðið í sethúsaognunum er stórt, tá alt verður lagt saman, um 60 prosent.
 
17.07.2025 - 18:36

Tað er lættari at spáa um fortíðina enn um framtíðina, tí eingin veit, hvat framtíðin hevur at bjóða.

Og tí er heldur eingin, sum við vissu kann siga, um tað kemur ein rentulækking afturat ella ikki. Men, føroysku peningastovnarnir hava vónir um eina rentulækking afturat í ár. Hon kemur fyrst frá evropeiska miðbankanum og síðan frá danska tjóðbankanum, um hon kemur, men lurtar mann eftir tí, sum útlendskir greinarar siga um evnið, so er tað ikki óhugsandi, at rentan lækkar meira seinna hálvár.

Ger hon tað, so hevur hon ta ávirkan á føroyska búskapin, at føroysku húsarhaldini fáa fleiri pengar millum hendurnar, sum teir so kunnu brúka.

Landsbankin hevur fyri kortum givið út eina frágreiðing um fíggjarliga støðufesti fyrra hálvár 2025, og har stendur millum annað, at nakrir bankar halda longu nú, at føroysku húsarhaldini hava meira tiltøkupening, men har eru eisini bankar, sum halda at tað hava tey ikki.

Tað, sum bankarnir tó eru samdir um er, at lækkandi rentan hevur havt tað við sær, at eftirspurningurin eftir fígging er øktur, og lækkar rentan meira í 3. ársfjórðingi, so fer tað eisini at síggjast á eftirspurningum eftir fígging, siga peningastovnarnir í frágreiðingini, sum Landsbankin hevur givið út.

Í frágreiðingini stendur eisini at lesa um hvussu skuldarbyrðan hjá føroysku húsarhaldunum er. Og har er støðan ikki so galin, kunnu vit siga. Tí húsarhaldini hava eitt stórt frívirði.

Føroysku húsarhaldini skylda 14,3 milliardir krónur í sethúsalánum, men tá samkaða virðið á sethúsaognunum er 35,3 milliardir krónur, so merkir tað, at skuldin er 40 prosent og frívirðið er 60 prosent. Her skal tó havast í huga, at øll skylda ikki líka nógv, og at býti av skuldini er misjavnt. Tey eldru skylda nógv minni enn yngra ættarliðið, og tað er eisini ein ójøvn fordeiling millum høvuðsstaðin og restina av landinum.

Trýst á leinkið og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld.

1754272

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650