Piratar royna at skipa stjórn í Íslandi

Piratar royna at skipa stjórn í Íslandi
Tað hevur gingið sera striltið at skipa stjórn síðani altingsvalið 29. oktober.
 
04.12.2016 - 10:31

Piratflokkurin, sum nú hevur fingið litið upp í hendur at skipa stjórn í Íslandi, fer at fyrireika seg væl, áðrenn farið verður undir veruligar samráðingar við hinar flokkarnar.

Morgunblaðið skrivar, at Piratflokkurin hevur brúkt vikuskiftið til at seta seg inn í mannagongdir og fyrireika, hvussu farast skal fram.

Smári McCarthy, tingmaður, sigur við Morgunblaðið, at ongar samráðingar verða við aðrar flokkar fyrr enn í morgin, men hann sigur, at óformligt samskifti kanska verður seinni í dag.

- Vit royna at fyrireika okkum so væl sum gjørligt. Vit vilja sleppa undan at gera mistøk, sigur tingmaðurin hjá Piratflokkinum.

Trupult at skipa stjórn

Altingsval var 29. oktober, men sera striltið hevur gingið at skipa stjórn.

Eftir at bæði formaðurin í Sjálfstæðisflokkinum, Bjarni Benediktsson, og forkvinnan hjá teimum Vinstru-Grønu, Katrin Jakobsdóttir, vórðu givin við sínum royndum at skipa stjórn, segði forsetin, Guðni Jóhannesson, at nú stóð tað flokkarnar sjálvar at finna eina loysn.

Tað eydnaðist heldur ikki, og fríggjadagin heitti forsetin á Piratarnar, sum er triði størsti flokkur í altinginum, um at gera eina roynd at skipa stjórn.

Ætlanin er, at nývalda altingið skal hava sín fyrsta fund týsdagin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961