Málið ikki raðfest

Málið ikki raðfest
Uppskotið, um at veita eykajáttan til Saltsiloina á Drelnesi, hevur ikki havt høga raðfesting í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum
Málið um at hjálpa Saltsiolini á Drelnesi hevur ikki fingið høga raðfesting, viðgongur forkvinnan í Fíggjarnevndini, sum hevur ligið á málinum
 
09.12.2016 - 11:28

Tað viðgongur Ruth Vang, forkvinna í nevndini, nú andstøðan er farin at ótolnast eftir at fáa uppskotið aftur í tingið. Eisini løgtingsformaðurin hartar Fíggjarnevndina.

Tað er andstøðan, ið hevur lagt uppskotið fram. Sambært gerðabókini hjá Fíggjarnevndini, er málið als ikki viðgjørt, hóast tað hevur staðið á skrá nakrar ferðir. 

Tá Løgtingið hósdagin atkvøddi um at fáa málið úr fíggjarnevndini, eftir uppskoti frá Jenisi av Rana og Kára P.Højgaard, stóð á jøvnum 15-15. Páll á Reynatúgvu atkvøddi blankt.

SÍ EISINI Viðgera aftur fíggjarliga stuðulin

Í heyst gjørdist greitt, at 7,6 milliónir restaðu í, fyri at saltsiloin á Drelnesi kundi gerast liðug og lata upp. Mærskgrunnurin játtaði at lata tríggjar milliónir, og Tvøroyrar kommuna hevur játtað at lata tríggjar milliónir. 

Saltgrunnurin hevur sagt, at hann ætlaði at taka lán, fyri at fígggja seinastu 1,6 milliónirnar, men so legði andstøðan í Løgtinginum uppskot um eykajáttan fyri Løgtingið um at játta írestandi peningin.

Seinni í hesum mánaðinum  fæst at vita, hvørja lagnu uppskotið fær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891