Vindferðin upp í 78,7 m/s

Vindferðin upp í 78,7 m/s
Mesta vindferðin í jólaódnini varð mátað á Norðradalsskarði fyrr í morgun. Tað stóð eisini nógv á vindmátarunum aðrastaðni í landinum á jólum
Mesti vindurin í jólaódnini varð mátaður á Norðradalsskarði beint eftir klokkan 6 í morgun. Eisini á Oyndarfjarðarvegnum, har savnsmyndin er tikin, hevur nógvur vindur verið
 
26.12.2016 - 09:02

78,7 metrar um sekundið.

Tað skrásetti vindmátarin hjá Landsverki á Norðradalsskarði klokkan 6:08 í morgun, sambært veðurdátum, stovnurin hevur á heimasíðuni.

Nógvur vindur er eisini skrásettur aðrastaðni í landinum. Við Laksá í Oyndarfirði varð vindferðin í gjárkvøldið klokkan 21:27 72,0 m/s í hvirlunum.

Miðalvindferðin 52,4 m/s

Mesti miðalvindurin í landinum síðstu dagarnar er eisini mátaður á veðurstøðini hjá Landsverki á Norðradalsskarði, vísa tølini.

Klokkan 15:17 jóladag var miðalvindurin á Norðradalsskarði 52,4 m/s. Miðalvindurin er áhaldandi vindur mátaður í 10 minuttir.

Síðsta samdøgrið eru hvirlur strangari enn 50 m/s mátaðar á Viðareiðisvegnum, Gjáarskarði, í Skopun og Porkeri sambært hagtølunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860