Nýggjur borgarstjóri valdur í morgin

Nýggjur borgarstjóri valdur í morgin
Nýggja býráðið í Havn fer at skipa seg í annaðkvøld.
 
29.12.2016 - 16:46

Klokkan 20 í annaðkvøld fer nýggja býráðið í Havn at skipa seg.

Heðin Mortensen hevur kallað inn til fundar í annaðkvøld, sæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Á skránni er millum annað val av borgarstjóra, val av varaborgarstjóra, umframt val av nevndum. 

Annika Olsen tekur við, sum borgarstjóri í Havn á nýggjárinum, eftir Heðin Mortensen, sum hevur verið borgarstjóri í 12 ár.

Sambært lógini, so er tað fyrstvaldi býráðslimur, ið kallar inn til fundar, og tað er Heðin Mortensen, sum fekk 2506 atkvøður á Javnaðarlistanum.

Annika Olsen fekk 332 atkvøður á Fólkaflokslistanum.

Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava gjørt samgongu í Tórshavnar býráð.

Gunvør Balle úr Tjóðveldi verður varaborgarstjóri.

Nýggja býráðið tekur við á nýggjárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522