Spyrja nú kommununa um fígging

Spyrja nú kommununa um fígging
Kirkjuráðið á Argjum er komið so langt við fyrireikingunum at byggja nýggja kirkju, at tað nú hevur biðið kommununa um at vera við í fíggingini
Tá byggingin nærkast ella er farin í gongd, skal býráðið, sum tá er í Tórshavnar kommunu, avgera, hvussu nógvar pengar kommunan skal lata til nýggju kirkjuna á Argjum
 
02.01.2017 - 10:56

Tá byggingin nærkast ella er farin í gongd, skal býráðið, sum tá er í Tórshavnar kommunu, avgera, hvussu nógvar pengar kommunan skal lata til nýggju kirkjuna á Argjum. Tað samtykti býráðið við sjey atkvøðum fríggjadagin, tá eykabýráðsfundur var.   

Býráðið í Tórshavnar kommunu, sum situr, tá kirkjan á Argjum verður bygd, skal avgera, um kommunan skal lata kirkjuni á Argjum pengar til byggilistaligu útsjóndina.

SÍ EISINI Gamla kirkjan á Argjum skal seljast

Tað var tilmælið hjá umsitingini hjá býráðnum til eykabýráðsfundin.Mentamálanevndin mælti býráðnum til at taka undir við hesum.

Biðið verður um fimm milliónir krónur til klædning og tak og fýra milliónir krónur til uttanumøkið. Fyrisitingin hjá kommununi mælti í fyrsta umfari til at játta fimm milliónir til klædning og tak. 

Málið beint aftur í nevnd

Samanborið verður við Vesturkirkjuna, har kommunan rindaði fyri byggilistaligu útsjóndina, sum er kopartakið Býráðið hevði málið á skánni tann 15. desember, men tá fór tað aftur í Mentamálanevndina. 

Fyrisitingin hjá býráðnum skilir nú politiska viljan soleiðis, at Argja kirkja skal hava eina ikki bindandi ætlanarfráboðan um, at kommunan er sinnað at lata fígging til endamál, sum kommunan hevur veitt øðrum kirkjum í sambandi við byggilistaligu útsjóndina, tá byggingin á Argjum er aktuell.

Býráðið, sum tá situr, tekur endaliga avgerð um møguliga játtan og fígging. Hetta tilmælið er ikki so avgjørt sum fyrra tilmælið hjá fyrisitingini. Í fyrra tilmælinum, sum Fíggjarnevndin tók undir við, varð tilsøgn givin um fimm milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096