Endurgjøld verða nú endurskoðað

Endurgjøld verða nú endurskoðað
Endurgjaldið fyri jørð og mist bit verður endurskoðað í fyrru helvt í hesum árinum. Endurgjaldið hevur verið óbroytt í 10 ár
Endurgjaldið er ikki dagført í nógv ár, hóast kunngerðin um landsjørð ásetir, at prísirnir skulu endurskoðast í minsta lagi triðja hvørt ár. Tað eru teir ikki
 
04.01.2017 - 08:18

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann hjá Nýggjum Sjálvstýri.

Kári P. Højgaard vildi hava at vita, nær endurgjaldið fyri innangarðsjørð og uttangarðsjørð, mist vetrarbit, mist bit í haga og fyri mista fóðurframleiðslu er endurskoðað.

Endurgjaldið er ikki dagført í nógv ár, hóast kunngerðin um landsjørð ásetir, at prísirnir skulu endurskoðast í minsta lagi triðja hvørt ár.  Tað eru teir ikki.

Eingin dagføring í 10 ár

Høgni Hoydal svarar, at teir eru ikki broyttir síðani 2007. Í 2010, trý ár eftir 2007, gjørdi Búnaðarstovan einki uppskot um broytingar. 

Leiðslan fyri stovnin staðfesti tá, at lítil og eingin broyting var í inntøkum og kostnaði í seyðahaldinum frá 2007 til 2010. 

Seint í 2013 var so samskifti millum Búnaðarstovuna og Fiskimálaráðið um endurgjaldið fyri mist bit og mista fóðurframleiðslu. 

Landsstýrismaðurin: Prísir og gjøld endurskoðast

Búnaðarstovan skeyt upp at broyta endurgjaldið fyri velt lendi úr 4,80 krónum upp í 5,41 krónur fyri fermeturin og fyri hagalendi úr 70 oyrum upp í 77 oyru. 

Men Fiskimálaráðið broytti ikki kunngerðina. Endurgjøldini eru tey somu sum í 2007. Høgni Hoydal sigur, at hann fer nú at endurskoða prísir og endurgjøld. 

Búnaðarstovan ger vart við, at avgerðir í Hægstarætti í málum um endurgjald fyri mistar árligar inntøkur kunnu fáa týdning fyri útrokningargrundarlagið, tá endurgjald fyri mist bit og mista fóðurframleiðslu skal ásetast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444