- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk børn ikki eins væl vard

Í Danmark hevur krav verið um sokallaða barnaváttan síðani 2005 og í Grønlandi síðan 2010.
Men enn er einki krav um barnaváttan í Føroyum. Tað vil siga, at einki krav er um, at ein umsøkjari skal prógva, at viðkomandi ikki hevur verið dømdur fyri at gera seg inn á børn seinastu 10 árini, um viðkomandi vil hava sum starv at ansa børnum.
Tað skrivar Dimmalætting í stórum tema um evnið í vikuskiftisblaðnum.
Í Føroyum er heimild at biðja um at síggja revsiváttan í samband við starvsumsóknir, men tað er einans Tvøroyrar Kommuna sum brúkar rættin, skrivar Dimmalætting.
Í Tórshavnar Kommunu verður hildið at ein sokallað barnaváttan skapar ein falskan tryggleika, og man hevur tí valt ikki at biðja um revsiváttan frá starvsfólkum á dagstovnum og øðrum starvsplássum, har børn verða ansað, sigur Beinta á Dalbø, deildarleiðari á barna og ungdómsdeildini við Dimmalætting.
Hetta var eisini ein sjónarmið, sum var nógv frammi í Danmark, í sambandi við at skipanin um barnaváttan skuldi setast í verk í 2005, men longu fyrsta árið skipanin kom í gildi vórðu 15 umsøkjarar til størv við børnum sáldaðir frá, tí teir áður høvdu gjørt seg inn á børn.


























