A-landsliðið úttikið

A-landsliðið úttikið
A-landsliðið í hondbólti, ið skal spæla EM-undankappingardystir, er úttikið
Mynd: hsf  
 
10.01.2017 - 12:27

Komandi vikuskiftið, fríggjadagin og sunnudagin, skal A-landsliðið spæla tveir EM-undankappingardystir.

Fyrri dysturin verður ímóti Kýpros, og hin verður ímóti Grikkalandi.

Vinnandi landið spælir seg víðari til endaligu EM-undankappingina, sum verður í Noreg, Svøríki og Eysturríki.

Venjararnir, Kári Nielsen og Birgir Hansen, hava úttikið átjan spælarar.

Lars Larsen Black ÍF Føroyar
Ári Egason Dam H71
Niklas Simonsen Skjern
Rókur Akralíð ÍF Føroyar
Hjalti Mohr Jacobsen Kyndil
Helgi Hildarson Hoydal H71
Tony Hammer Weyhe KÍF
Bogi Gaard Davidsen H71
Rúni Joensen KÍF
Tróndur Kragesteen ÍF Føroyar
Nicklas Selvig TMS Ringsted
Allan Norðberg StÍF
Andrias Eriksen VÍF
Kjartan Johansen Team Sydhavsøerne
Julian Olsen VÍF
Hans Eli Sigurbjørnsson KÍF
Rói Lamhauge VÍF
Fríði Hammer Weyhe KÍF

Sekstan spælarar verða endaliga úttiknir. Nakrir skaðar eru í hópinum, og tí hava venjararnir úttikið átjan spælarar.

Dystarskráin:

Fríggjadagin 13.januar kl. 18.00 Føroyar-Kýpros
Leygardagin 14.januar kl. 18.00 Kýpros-Grikkaland
Sunnudagin 15.januar kl. 15.00 Føroyar Grikkaland

Beinleiðis stroyming

Allir dystirnir verða spældir í Høllini á Hálsi í Havn. Kringvarpið stroymir dystirnar hjá Føroyum beinleiðis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744