Sent til hoyring

Sent til hoyring
Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur sent uppskotið, um at taka regluna um signing av borgarligum vígslum úr hjúnabandslógini, til almenna hoyring
Ein meirluti í Løgtinginum gjørdi av 29. apríl í fjør, at samskynd skuldu sleppa at giftast. Men ein treyt varð sett fyri, at lógin kundi koma í gildi
 
11.01.2017 - 13:49

Ein meirluti í Løgtinginum gjørdi av 29. apríl í fjør, at samskynd skuldu sleppa at giftast. Men ein treyt varð sett fyri, at lógin kundi koma í gildi: ein regla um signing av borgarligum vígslum skuldi takast úr hjúnabandslógini fyrst.

Hjúnabandslógin er donsk, og tí skuldi Fólkatingið endaliga samtykja, at samkynd kunnu giftast í Føroyum. Men viðgerðin av uppskotinum steðgaði í danska embætisverkinum áðrenn tað slapp fyri Fólkatingið.

Spurningurin avgreiðast í Danmark

Gamaní er hjúnabandslógin donsk, men fólkakirkjan er føroysk, og tí kunnu bara føroyingar avtaka signingina av borgarligum vígslum, vildu donsku embætisfólkini vera við. Kjak tók seg síðani upp millum Mentamálaráðið og Løgmansskrivstovuna.

Løgfrøðingarnir í Mentamálaráðnum siga, at hóast fólkakirkjan otar seg inn í hjúnabandslógina, við at lova signing til borgarliga vígd hjún, skal spurningurin avgreiðast í Danmark, tí hjúnabandslógin er donsk.

Løgmansskrivstovan tók hinvegin undir við dønum. Fólkakirkjan er føroyskt málsøki, og tí skal spurningurin um at avtaka signing av borgarligum vígslum úr hjúnabandslógini avgreiðast í Løgtinginum.

Løgmaður tikið endaliga avgerð

Hann tekur ikki undir við Mentamálaráðnum, at spurningurin skal avgreiðast í Danmark. Tí hevur Rigmor Dam loksins sent eitt uppskot um, at reglan skal strikast frá Mentamálaráðnum til almennar hoyringar.

Uppskotið er eisini sent beinleiðis til ummælis hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum, biskupi, prestafelagnum og felagnum fyri kirkjuráðslimir, áðrenn tað fer til viðgerðar í Løgtinginum.

Tá ið reglan er strikað, sleppur broytta hjúnabandslógin endiliga fyri Fólkatingið, har tað skal endaliga samtykkjast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594