VW dømt í USA fyri svik um útlát

VW dømt í USA fyri svik um útlát
Týski bilframleiðarin skal rinda 30 milliardir krónur í bót. Svik er avdúkað í 11 milliónum bilum
 
12.01.2017 - 09:14

Volkswagen er dømt í málinum, sum er reist móti felagnum í USA. Revsingin er hin størsta, sum ein bilframleiðari hevur fingið í USA nakrantíð.

Amerikanska løgmálaráðið upplýsir eisini, at seks av  leiðarunum hjá týsku bilframleiðara-samtøkunii eru ákærdir í málinum. 

- Í fleiri ár hevur Volkswagen marknaðarført sínar bilar sum umhvørvisvinarligar. Men kanningin vísur, at tað eru teir ikki. Hundrað túsund tals bilar eru seldir í USA, og teir hava pumpað út stórar nøgdir av nitrogen-oksid út í luftina.  Tað er upp í 40 ferðir meira enn loyvt er. Harumframt høvdu bilarnir telduskipan, sum fjaldi útlátið, segði Loreta Lynch, ríkisadvokatur, á tíðindafundi.

Semja gjørd

Volkswagen róði týsdagin framundir, at felagið var á gáttini til at gera semju við amerikanskar myndugleikar í málinum,  og tað er eisini váttað í Washington í gjár.

Volkswagen og USA eru samd um, at bilframleiðarin skal rinda 4,3 milliardir dollarar fyri svik við útláti av dálkandi evnum frá dieselbilum. Í okkara peningi er bótin 30 milliardir krónur.

Hetta kemur aftrat teimum 17,5 milliardum dollarunum, sum Volkswagen longu hevur játtað at rinda bileigarum og bilasølum, og fyri umhvørvisupprudding.

Svik í 11 millónum bilum

Tað var í september í 2015 at amerikanskir umhvørvismyndugleikar avdúkaðu svik í 11 milliónum bilum frá týska bilframleiðaranum, Volkswagen. 

Í dieselbilarnar var sett ein telduskipan, sum tá bilurin var til eftirlit, vísti, at bilurin als ikki dálkar so nógv, sum hann í veruleikanum gjørdi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV