Íslendski forsetin: Verið ikki fordómsfull

Íslendski forsetin: Verið ikki fordómsfull
Íslendski forsetin og kanningarleiðarin í málinum um horvnu íslendsku kvinnuna heita á íslendingar um ikki at vera fordómsfullir og illgrunasamir
 
22.01.2017 - 10:03

Í almennari fráboðan í gjár segði Guðni Jóhannesson, at hansara tankar fóru til familju og vinfólk hjá horvnu Birnu Brjánsdóttir og tey, sum hjálpa við at loysa málið.

Samstundis heitti hann á íslendingar um ikki at vera fordómsfullar ella illgrunasamir. Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at manningin umborð á einum øðrum grønlendskum skipi, Regina C, hósdagin kendi seg alt annað enn vælkomnan, tá teir gingu í Reykjavík. Millum annað vóru teir bidnir um at fara úr eini kiosk, tá teir vóru har. Hetta var bara ein av fleiri keðiligum tilburðum, grønlendska manningin upplivdi henda dagin.

- Tað skal ikki ganga út yvir teir, at fólk halda, at allir grønlendingar eru soleiðis, sigur reiðarin á Regina C, Svend Christensen, við grønlendska kringvarpið KNR.

Kanningarleiðarin í málinum um horvnu kvinnuna, Grímur Grimsson tekur undir við fráboðanini hjá forsetanum.

- Grønlendska tjóðin ikki er undir illgruna. Grønland er eitt land, sum eru okkara vinir. Teir eru okkara brøður og vit skulu fara væl við teimum, sigur Grímur Grimsson við íslendska kringvarpið RUV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609