Aleqa verður forkvinna í Grønlandsnevndini

Aleqa verður forkvinna í Grønlandsnevndini
Aleqa Hammond fær sessin, tí hon hevur lovað ikki at atkvøða ímóti stjórnini
Aleqa Hammond saman við Aaju Chemitz Larsen, sum helst verður næstforkvinna í Grønlandsnevndini
 
24.01.2017 - 15:02

Aleqa Hammond, sum er uttanflokka, verður í morgin vald til forkvinnu í Grønlandsnevndini hjá fólkatinginum. 

Fundur verður í morgin.

Vinstriflokkurin læt í desember Alequ Hammond formansessin í Grønlandsnevndini, afturfyri at hon ikki atkvøður ímóti stjórini í donskum málum, sum kunnu fella stjórnina.

Við avtaluni hevur stjórnin sostatt fingið eina atkvøðu í fólkatinginum aftrat.

Næstforkvinna verður helst Aaja Chemnitz Larsen úr Inuit Ataqatigiit.

Hon er einasta grønlendska umboð á reyða veingi í fólkatinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659