Tórshavnar býráð fær eina nevnd aftrat

Tórshavnar býráð fær eina nevnd aftrat
Broytingin ávirkar samsýningina, sum formenn og forkvinnur í føstu nevndunum fáa
 
26.01.2017 - 07:57

Neyðugt er at broyta kommunustýrisskipanina hjá Tórshavnar kommunu, tí meirilutin vil hava eina býráðsnevnd afturat teimum seks, sum eru nú.

Meirilutin í býráðnum vil hava eina eldranevnd við fimm býráðslimum at umsita eldraøkið og heilsu- og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar kommunu.

Broytingin ávirkar eisini samsýningina, sum formenn og forkvinnur í føstu nevndunum fáa. Hon minkar nakað, tí ein nevnd kemur afturat.

Uppskotið er á dagsskránni fyri fyrsta regluliga býráðsfundin hjá nýggja býráðnum í Havn. Fundurin verður í kvøld.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. juni
Guðstænasta
192678
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 5 MF KVINNUR
192643