Seldu svartkalva fyri 162 mió. kr. í fjør

Seldu svartkalva fyri 162 mió. kr. í fjør
Fleiri skip leggja seg eftir at fiska svartkalva, tí prísurin er góður samanborið við onnur fiskasløg.
 
27.01.2017 - 14:13

Prísurin á svartkalva er hækkaður seinastu árini, og tí leggja fleiri skip seg eftir at fiska svartkalva.

Í fjør vórðu fiskað sløk 5.000 tons, sum vórðu seld fyri 162 milliónir kr.

Summi skip selja svartkalvan feskan, men frystiskipini, bæði línuskip og trolarar, frysta svartkalvan umborð.

Roykja fiskin

Hildið verður, at prísurin á svartkalva er hækkaður, tí prísurin á laksi er góður, og bæði fiskasløgini verða í stóran mun roykt.

Tað sigur stjórin í Rainbow Seafood, Regin Mikkelsen.

Hann heldur eisini, at fleiri skip leggja seg eftir at fiska svartkalva, tí prísurin er góður samanborið við onnur fiskasløg.

Rainbow Seafood hevur eisini skorið svartkalvan í Føroyum, og síðani flutt hann av landinum.

Í einstøkum førum liggja eisini skotskir fiskakeyparar framvið at keypa feskan svartkalva í Føroyum, og tað er við til at hækka prísin.

Magnus Jespersen, á Delta Seafood, sum keypir umleið 1.000 tons av svartkalva um árið, sigur, at tey fyri tað mesta keypa frystan svartkalva frá trolarunum.

Prísurin fer at lækka

Hann sigur at prísurin hevur verið góður, men at hann helst hevur rokkið toppin, og at prísurin nú fer at lækka aftur. Ein orsøk er, at nógvur svartkalvi verður fiskaður í Kanada og í Grønlandi.

Fiskiskapurin eftir svartkalva hevur gingið upp og niður, tað sum farið er av øldini.

Í 2006 vórðu fiskað um 1.000 tons og í 2008 sløk 2.500 tons. Síðani minkaði fiskiskapurin aftur, og í 2010 vóru bert fiskað 1.500 tons.

Síðani hevur gingið framá aftur, í 2015 vórðu fiskað 3.500 tons, og í fjør setti fiskiskapurin met, tí tá vórðu fiskað sløk 5.000 tons av svartkalva.

Í 2015 varð svartkalvi seldur fyri 117 milliónir kr., og í fjør varð selt fyri 162 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571