Bannaðu muslimum til USA

Bannaðu muslimum til USA
Ein dómari í statinum Washington ógildaði avgerðina hjá forsetanum at fyribils banna fólkum frá sjey ymiskum muslimskum londum at sleppa til USA
 
04.02.2017 - 10:55

Vóru amerikanar ørkymlaðir í gjár, so batnaði støðan ikki í nátt, tá ein dómari í statinum Washington ógildaði avgerðina hjá forsetanum at fyribils banna fólkum frá sjey ymiskum muslimskum londum at sleppa til Usa. Sonevndir attorney generals, sum teir verða róptir í Usa, hava vald til at ógildað boð frá forsetanum, um mett verður at boðini stríða við amerikansku grundlógina. 

Forsetaboðini hava seinastu dagarnar elvt til ruðuleika á flogvøllum um alt landið, har flogfeløg og tollmyndugleikar hava ivast í, hvussu tey skuldu handfara bannið. Mótmælistiltøk hava eisini verið við flogvøllir um alt landið. 

Á twitter skrivar forsetin Donald Trump einans: Vit mugu halda óndskapin úti úr landinum. 

Sum skilst, so ber nú til at hjá muslimum úr bannaðu londunum, at sleppa inn í landið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211