Krabbameinsætlanin kundi verðið dagførd

Krabbameinsætlanin kundi verðið dagførd
Nýggj og dagførd krabbameinsætlan er verd at umhugsa, nú 45 av 58 tilmælum í krabbameinsætlanini frá 2009 eru sett í verk
Tað er vert at umhugsa at dagførakrabbameinsætlanina, heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum
 
13.02.2017 - 09:10

Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í røðu, sum hon helt, tá Onkologiska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum hevði 25 ára stovningardag fríggjadagin.

Onkologi er viðgerð fyri krabbamein. Onkologiska ambulatoriið gjørdi, at til bar at viðgera krabbameinssjúklingar i Føroyum.

Landsstýriskvinnan segði eisini, at um stutta tíð byrjar screeningin fyri bróstkrabba í Føroyum.

Endurbúgvingin ikki nøktandi

Innkallingarnar eru um at fara út, og fyrsta kanningin verður 6. mars. Avtala er gjørd við serfrøði uttanlands.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, ásannaði tó í røðu sínari, at endurbúgvingin, rehabiliteringin, er ikki nóg góð.

Ov lítið er gjørt fyri at geva fólk eitt so gott lív sum gjørligt, eisini eftir, at viðgerðin er eydnast. Longu í Krabbameinsætlanini í 2009 verður ávarað móti hesum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817