Neistin vann oddadystin

Neistin vann oddadystin
Neistakvinnurnar vunnu grannauppgerðina ímóti Kyndli og styrktu um oddastøðuna
 
05.03.2017 - 16:34

Tað vera helst Neistin og Kyndil, ið koma at spæla FM-finaluna í hondbólti.

Neistin tryggjaði sær sítt finalupláss við sigrinum í dag, og alt bendir eisini á, at tær fara í finaluna sum eittari.

Í dag vunnu tær 19-14 á Kyndli. Hálvleiksstøðan var 10-7 til Neistan.

Toppskjútti hjá Neistanum bleiv Birita Ingólfsdóttir við fýra málum. 

Bjarrta Johansen og Anna Brimnes blivu toppskjúttar fyri Kyndil við fimm málum hvør.

Úrslitið hevur við sær, at Neistin nú er fýra stig frammanfyri Kyndil. Neistin hevur tó spælt ein dyst meira.

Støðan

1. Neistin, 28 stig, 16 dystir

2. Kyndil, 24 stig, 15 dystir

3. VB, 17 stig, 15 dystir

4. VÍF, 13 stig, 14 dystir

5. Stjørnan, 6 stig, 16 dystir

6. StÍF, 4 stig, 16 dystir

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744