Rakettútskjóting elvir til stúran

Rakettútskjóting elvir til stúran
Norðurkorea svarar nú aftur, eftir at USA og Suðurkorea í síðstu viku byrjaðu árligu hernaðarvenjingarnar. USA fordømir hendingina
Norðurkorea hevur í nátt sent fýra rakettir út yvir Japanska havið í sambandi við hernaðarvenjingar. Rakettirnar eru farnar einar 1.000 kilometrar út yvir havið
 
06.03.2017 - 08:47

Norðurkorea hevur í nátt sent fýra rakettir út yvir Japanska havið í sambandi við hernaðarvenjingar. Rakettirnar eru farnar einar 1.000 kilometrar út yvir havið, siga myndugleikarnir í Norðurkorea við Reuters-tíðindastovuna.

Rakettirnar eru helst eitt aftursvar til USA og Suðurkorea, sum í farnu viku byrjaðu sínar árligu hernaðarvenjingar. Stýrið í Norðurkorea roknar hesar venjingarnar sum fyrireiking til kríggj og hevur hótt við hørðum mótátøkum afturfyri.

Greinin heldur fram niðanfyri

Japan skýrir hetta at vera eina provokatión móti altjóða trygdini, serliga tí ein av rakettunum endaði innan fyri 200 fjórðingar úr japansku strondini.

- Hetta vísir greitt, at hóttanin frá Norðurkorea er farin inn í eitt nýtt skeið, sigur forsætisráðharrin í Japan, Shinzo Abe.

USA fordømir hendingina. Hetta er brot á yvirlýsingina hjá ST-trygdarráðnum, sum forbjóðar Norðurkorea at brúka hesi sløgini av hernaðartøkni, sigur ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið sambært AFP-tíðindastovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807