Signhild Joensen til HM og gull í Danish Open

Signhild Joensen til HM og gull í Danish Open
Signhild Joensen er flúgvandi í Danish Open, hon hevur vunnið gull, sett føroyskt met og svomið undir HM kravtíð á 200 metrum rygg
 
05.04.2017 - 14:38

16 ára gamla Signhild Joensen er triði føroyingur, sum hevur svomið undir kravtíð til HM í Budapest í summar. Hetta hendi, tá hon á 200 metrum rygg eisini setti føroyskt met við tíðini 2.15.69 í innleiðandi kappingini í Danish Open fyrrapartin.

Men nú seinnapartin hevur hon svomið A-finalu í 200 rygg, har hon enn einaferð setti met, tá hon svam næstan tvey sekund skjótari, enn hon gjørdi fyrrapartin. Nýggja føroyska metið á 200 rygg er 2.14.01, og við hesi tíðini hevur Signhild Joensen eisini svomið meira enn eitt sekund undir nálatíðina, sum gevur eina gullnál við stjørnu. 

Umframt Signhild Joensen hava Pál Joensen og Óli Mortensen eisini svomið undir kravtíðina til HM.

Taka síni egnu met

Hetta hevur annars verið ein metrík kapping fyri serliga Róland Toftum úr Susvim og Signhild Joensen úr Ægi. Higartil hava tey sett føroyskt met heili níggju ferðir í donsku kappingini. Tað sermerkta er, at tey hava bæði sett met í innleiðandi kappingunum fyri síðani at taka síni egnu met aftur í finalunum.

Róland Toftum úr Susvim setti tvær ferðir met á 100 metrum bringu og eina ferð á 50 metrum. Hann tók metið hjá Páli Joensen á 100 bringu, sum var 1.06.40. Hetta var í innleiðandi kappingini, og longu í sjálvum finaluumfarinum tók hann sítt egna met, sum hann júst hevði sett. Nýggja føroyska metið á 100 metrum bringu á langgeil er nú 1.05.35.

Signhild Joensen hevur higartil sett seks føroysk met á Danish Open. Hon er okkara fremsti ryggsvimjari í løtuni, og metini hjá henni eru tvær ferðir á bæði 50 og 100 metrum rygg, og so megnaði hon eisini at seta met á 200 rygg tvær ferðir í dag. 

Fleiri gullmerki

Tað eru tó ikki bara met, sum regna niður yvir føroysku svimjararnar. Bæði Óli Mortensen og Magnus Jákupsson hava vunnið gullmerki. Óli vann gull á bæði 800 og 1.500 metrum frí og silvur á 400, meðan Magnus Jákupsson hevur vunnið gull á 100 og 50 metrum rygg. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. august
Marjun Syderbø Kjelnæs
178897
Mikudag 14. august
Morgunlestur mikudagur 14. august 2024
179078
Týsdag 13. august
Minibarrin - 90'ini í poppi og hendingum
176763
Týsdag 13. august
Musikkstevnan 2024 í Fuglafirði (2:2)
179157
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179206
Týsdag 13. august
Eg noyðist at lurta
179189
Týsdag 13. august
Veðrið
179177
Mánadag 12. august
Hin rusuti á Aconcagua (7:10)
177967
Fríggjadag 9. august
Veðrið
179049