Heilsuhjálparar hava fingið nýggja forkvinnu

Heilsuhjálparar hava fingið nýggja forkvinnu
Mary Antonsdóttir vann á Ásu Holm, sum var forkvinna síðani 2008. Lønin skal upp, sigur forkvinnan
Limirnir í Heilsuhjálparafelagnum arbeiða millum annað á ellis- og røktarheimum, tað er í eldrarøktini.
 
24.04.2017 - 10:10

Mary Antonsdóttir er nýggj forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Mary Antonsdóttir bjóðaði sitandi forkvinnuni, Ásu Holm, av á aðalfundinum hjá Heilsuhjálparafelagnum leygardagin.

Mary Antonsdóttir hevur síðstu 10 árini starvast sum heilsuhjálpari á Tjarnargarði. Eisini hevur hon verið álitisfólk í nógi ár, og í 2013 var hon við til at stovna áhugafelagið Tign, sum virkar fyri tey, ið vegna brek ella aldur hava tørv á hjálp til persónliga røkt.

Lønin í valstríðnum

Í valstríðnum til at gerast forkvinna í Heilsurøktarfelagnum vísti Mary Antonsdóttir á, at lønarlagið hjá heilsurøktarum er ov lágt.

Samsvar er ikki millum løn og ábyrgd, og ein avleiðing av tí er, at færri og færri søkja arbeiði í eldraøkinum, segði Mary Antonsdóttir.

- Vit fáa ofta herðaklapp fyri, hvussu ófør og røsk vit eru. Alt gott um tað, men vit vilja virðismetast sum ein týdningarmikil bólkur á eldraøkinum og í samfelagnum. Har er lønarhækkan ein treyt fyri virðingini fyri okkum. Uttan fíggjarligt frælsi, er einki frælsi, segði Mary Antonsdóttir.

Ása var síðani 2008 

Umframt hægri løn, so er eisini neyðugt við støðugari, fakligari menning, bæði fyri at hækka støðið og fyri at gera tað meira áhugavert at starvast sum heilsuhjálpari og hjálparfólk, sigur Mary Antonsdóttir.

Nýggja forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum vil eisini hava hærgri normering til alsamt vaksandi arbeiðsbyrðuna á eldraøkinum. Hon vísir á, at eldraøkið er rakt av sparingum gjøgnum nógv ár, og fleiri og fleiri uppgávur verða lagdar á røktar-starvsfólkini, sum eru um at hokna undir arbeiðsbyrðuni.

Mary Antonsdóttir tekur við sum forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum eftir Ásu Holm, sum hevur verið forkvinna síðani 2008.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424