Trupul byrjan hjá SAS

Trupul byrjan hjá SAS
Flogfør, sum ikki fingu lent, og avlýsingar merktu fyrsta mánaðin á føroyaflúgvingini hjá SAS
 
03.05.2017 - 12:08

Mikudagin í síðstu viku var ein mánaður síðani SAS byrjaði flúgving til og úr Føroyum. Mótvindurin var kortini eitt sindur strangari enn flogfelagið sá fyri sær, skrivar check-in.dk

SAS fleyg 31 túrar úr Keypmannahavn til Vágar frá 26. mars til 26. apríl. Tríggjar ferðir máttu flogfør hjá SAS venda við, tí tey ikki fingu lent í Føroyum, og ein fráferð varð avlýst.

SÍ EISINI Atlantsflog: SAS er ein hóttan

Harumframt vóru tvær komur hjá SAS í Føroyum seinkaðar meira enn ein tíma, vísa upplýsingar á flightradar24.com, sambært blaðnum hjá flogvinnuni í Danmark.

Hinvegin gekst munandi betri hjá Atlantic Airways at fáa ferðafólkini til Føroya sama tíðarskeiðið. 58 flogfør hjá føroyska flogfelagnum settu seg í Vágum 26. mars-26. apríl.

Einki flogfar hjá Atlantic Airways úr Keypmannahavn til Vágar varð sent avstaðaftur sama tíðarskeiðið, skrivar blaðið. Heldur einki flogfar á rutuni varð avlýst teir 32 dagarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221