Nærkast tveimum milliardum

Nærkast tveimum milliardum
Heimsins størsti sosiali miðil nærkast nú søguliga stórum tali. Tað gongur eisini væl fíggjarliga hjá Facebook
 
05.05.2017 - 15:45

Facebook kunngjørdi mikudagin ein góðan roknskap. Yvirskotið var beint omanfyri tríggjar milliardir dollarar, svarandi til umleið 20 milliardir krónur.

Samstundis nærkast talið á brúkarum á Facebook einum søguligum hornasteini. Tí skjótt eru tvær milliardir fólk á stóra, sosiala miðlinum.

Vøksturin hjá Facebook hevur hetta síðsta árið verið 17 prosentstig størri enn árið frammanundan. Tað skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Gongur væl fíggjarliga

Fíggjarliga gongur eisini væl hjá Facebook í løtuni. Umsetningurin hjá Facebook var omanfyri átta milliardir dollarar fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2017.

Tað er nakað meira enn greinarar høvdu mett frammanundan. Mett varð, at sølan hjá Facebook fór at liggja um 7,84 milliardir fyrsta ársfjórðingin í ár.

Umsetningurin hjá Facebook vaks 49 prosent samanborið við somu tíð í fjør. Yvirskotið vaks hetta tíðarskeiðið við 76 prosentum, sambært tíðindastovuni, Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096