Enn ein grundlógaravhoyring

Enn ein grundlógaravhoyring
Teir báðir menninir, sum eru handtiknir afturat í málinum um knívstungurnar í Havn leygarnáttina, skulu í grundlógaravhoyring klokkan 16
 
07.05.2017 - 12:55

Grundlógaravhoyring verður av teimum báðum monnunum, sum løgreglan hevur handtikið afturat í samband við álopið á mannin, sum varð stungin leygarnáttina í Havn. Tað upplýsir løgreglan.

Báðir menninir, ávíkavist 17 og 18 ára gamlir, vórðu handtiknir seint í gjárkvøldið í Havn og skulu til grundlógaravhoyring seinnapartin klokkan fýra. 

Hinir báðir menninir, sum vóru til grundlógaravhoyring í gjárkvøldið, eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur, harav fyrstu vikuna skulu teir sita avbyrgdir. Teir eru eldri enn hesir báðir, sum nú skulu grundlógaravhoyrast. Ávíkavist 23 og 26 ára gamlir.

Knívur funnin

Seinnapartin í gjár boðaði ein húsaeigari á Íslandsvegnum - nærhendis har maðurin varð stungin - frá, at ein knívur lá í garðinum. Løgreglan hevur tikið knívin og hevur tikið DNA-royndir.

Løgreglan heitir á fólk í grannalagnum um ikki at nerta við nakað, um tey finna onkran lut, sum kann hava við tilburðin at gera. Hetta fyri at sportryggja lutin í bestan mun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776