Gull til Føroyar

Gull til Føroyar
Føroysku borðtenniskvinnurnar hava vunnið gull
Henrietta Nielsen, Anna Mikkjalsdóttir og Durita F. Jensen vunnu allar dystirnar
Mynd: Borðtennissamband Føroya  
 
13.05.2017 - 10:30

Føroyskar borðtenniskvinnur vunnu í gjár gull í millumtjóðakapping, har Grønland, Ísland og Føroyar luttaka.

Henrietta Nielsen, Anna Mikkjalsdóttir og Durita F. Jensen vunnu allar dystirnar: 4-1 móti Íslandi, 4-1 móti Grønlandi og 4-1 móti Grønlandi 2. 

Hini liðini fingu javnt stigatal, tey vunnu ein dyst hvør 3-2, taptu ein dyst hvør 2-3, og øll taptu við somu dystarstigum móti Føroyum.

Tað vil siga, at øll endaðu við settmuninum 6-9, skrivar Borðtennisfelag Føroya á síni heimasíðu.

Í liðkappingini hjá monnum restar eitt umfar í, og kappingin heldur fram í dag við tvímansleiki hjá kvinnum, blandaðum tvímansleiki og einmansleiki hjá kvinnum. Somuleiðis fara menninir at avgreiða tvímansleikin.

Hinar finalurnar verða í morgin, sunnudagin kl. 1500 í Hoyvíkshøllini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375