Atkvøða helst í morgin

Atkvøða helst í morgin
Í morgin fer helst at bera til at atkvøða í málinum um at yvirtaka familju- og arvarætt. Atkvøðugreiðslan er útsett tvær ferðir
 
18.05.2017 - 13:30

Tað varð gjørt, tí bara 16 samgongutinglimir hava verið í tingsalinum, og tí andstøðan rýmdi úr salinum. Sostatt bar ikki til at atkvøða, tí í minsta lagi helvtin av tingmanningini skal vera í salinum.

Kristin Michelsen, løgtingslimur og borgarstjóri á Tvøroyri, segði við Kringvarpið fyrrapartin, at hann hevði ikki stikið støðu til, um hann verður í Løgtinginum í morgin, ella fer á 100 ára hátíðarhald hjá Strandferðsluni á Tvøroyri í morgin.

SÍ EISINI Andstøðan rýmdi úr tingsalinum

Men Jónleif Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, sigur, at hann hevur fingið váttan frá allari tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum, at hon verður í tinginum í morgin. 

Nógv stór mál verða til viðgerðar í Løgtinginum í morgin. Uppskotið um eykajáttan, har biðið verður um at hækka játtanina til byggingina av Glasi við til samans 113 milliónum krónum, er eitt av málunum.

Eisini nógv umrødda broytingin í hjúnabandslógini kemur til 2. viðgerð í morgin. Tingfundurin í morgin byrjar klokkan hálvgum tíggju. Útsetta atkvøðugreiðslan um yvirtøkuna av familju og arvarætti er fyrsta málið á skránni á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096