Fleiri met tikin

Fleiri met tikin
Bæði føroysk met og juniormet vórðu sett á fyrsta FM-finaludegnum í svimjing
 
26.05.2017 - 11:13

Føroya bestu svimjarar kappast í hesum døgum í Pálshøll í Vági, har FM í svimjing á langgeil verður hildið.

Um hugt verður eftir tíðunum frá fyrsta degnum, so sæst at fleiri svimjarar eru skjótari enn nakrantíð áður.

Sára Nysted føroyskt met

Sára Nysted var upp á sítt besta, tá hon kavaði í 50 metrar langa hylin í 200 m. bringu finaluni.

Svimjarin úr Suðuroyar svimjifelagi tók føroyska metið sannførandi. Tíðin hjá henni var 2.42.03. 

Gamla metið, sum Beinta P. Debes setti fyrr í ár, var 2.43.22. Tíðin hjá Sáru Nysted er eisini nýtt føroyskt juniormet.

Ægir kvinnurnar føroyskt met

Ægir-kvinnurnar úr Klaksvík vístu eisini, at tær eru sera væl fyri, tí tær skavaðu meira enn eitt sekund av metinum í 4x100 m. blandað, sum tær sjálvar áttu frammanundan.

Tíðin hjá teimum var 4.33.16. Gamla metið var 4.34.16.

Tær sum umboðu Ægir vóru Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Jana B. Thomsen og Barbara Debes.

HS-gentur nýtt juniormet

Tað lá eisini væl fyri hjá ungu svimjarunum úr Havnar svimjifelagi. Liðið HS-gentur setti nýtt juniormet í 4x100 metrar blandað.

Tíðin hjá teimum var 4.44.99. Suðuroyar svimjifelagi átti gamla metið á 4.56.34 frá FM á langgeil í fjør.

Tær sum umboðaðu HS gentur vóru Maria Antoft, Karin Midjord, Vár E. Eidesgaard og Súsanna Tummasardóttir. 

Kappast aftur í dag

Kappingin er í tríggjar dagar, og tí verður aftur kappast í dag og í morgin. Innleiðandi riðlarnir fóru ígongd klokkan 09.30 í morgun.

Finalurnar eru í kvøld frá klokkan 17.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096