Fýra broytingaruppskot løgd fram

Fýra broytingaruppskot løgd fram
Ikki færri enn fýra broytingaruppskot eru løgd fram, nú Løgtingið hevur triðju og endaligu viðgerð av uppskotinum um at broyta hjúnabandslógina
 
30.05.2017 - 12:21

Tað eru fólk í andstøðuni, sum hava lagt uppskotini fram. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur skotið upp, at grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini verður broytt.

Sambært uppskotinum skal kirkjan sjálv gera av, um hon vil signa borgarliga vígd samkynd. Við aðru viðgerð varð hetta uppskotið samtykt við 19 atkvøðum fyri og 14 ímóti.

Nú málið er til triðju viðgerð, skjóta tingfólk í andstøðuni upp hava fólkaatkvøðu um ætlaðu broytingina í hjúnabandslógini, og eitt uppskot er um, at lógarbroytingin skal ikki koma í gildi fyrr enn eitt nýtt løgting hevur samtykt hana.

Tey skjóta eisini upp, at bara hjún, sum eru av ymisum kyni, og sum eru vígd borgarliga, kunnu verða signað í fólkakirkjuni, har fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
RagnarRokk: Johan Karlsson um Mournbraid
209106
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107