Nevnd: Løgmaður segði ikki ósatt

Nevnd: Løgmaður segði ikki ósatt
Aksel V. Johannesen, løgmaður, seldi ikki fiskiloyvi, tá hann í 2003 seldi síni partabrøv í P/f Klakki, sum eigur línuskipið Klakk
 
16.06.2017 - 16:46

Tað sigur Landsstýrismálanevndin í niðurstøðuni, hon gjørdi í dag. Jacob Vestergaard, tingmaður, kærdi Aksel V. Johannesen fyri tað, hann segði í Løgtinginum um partabrøvini í Klakki.

Landsstýrismálanevndin metir ikki, at løgmaður hevur sagt ósatt í tinginum, tá hann segði, at hann hevur ikki selt fiskiloyvi. Hann hevur tí ikki brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins. 

Landsstýrismálanevndin sigur, at partafelagið eigur fiskiloyvið, ikki einstaki partaeigarin. Nevndin ivast í, um hetta málið yvirhøvur kemur undir lógina um ábyrgd landsstýrisins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709