Svartkjaftakvotan uppi

Svartkjaftakvotan uppi
Tað tók júst ein mánað at fiska 70.000 tons av svartkjafti, sum felagskvotan var
Vørn hevur givið skipunum boð um at gevast at fiska svartkjaft á middegi í dag. Kvotan er uppi
 
20.06.2017 - 08:04

Vørn hevur givið skipunum boð um at gevast á middegi í dag. Klokkan hálvgum tvey í gjár vóru fiskað 65.940 tons.

Mett varð, at tey 4.060 tonsini, sum tá vóru eftir, eru fiskað í seinasta lagi klokkan 12:00 í dag. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, lýsti felagskvotuna við kunngerð tann 19. mai.

Næsta vertíð hjá uppsjóvarskipunum er makrelurin, hon byrjar hálvan august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947