Ávegis avtala undirskrivað

Ávegis avtala undirskrivað
Føroyar og Danmark hava í dag skrivað undir ávegis avtalu um yvirtøku av loftferðsluni í føroyska loftferðsluøkinum
 
03.07.2017 - 17:42

Tað vóru Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ole Birk Olesen, danskur samferðslumálaráðharri, ið skrivaðu undir.

Semja er um, at føroyskir myndugleikar, ætlandi frá 2018, fara at røkja ávísar uppgávur á loftferðsluøkinum, ið danir varða av, sæst í skrivi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum

SÍ EISINI Lítið og einki eftirlit við føroyska loftrúmið

Somuleiðis er semja um, at landsstýrið kann gera av, hvør frameftir skal veita tænastur í sambandi við inn- og útflúgving úr Føroyum. Talan er um tænastur, sum í dag verða røktar av danska felagnum Naviair.

Partarnir eru at enda samdir um, at spurningurin um eitt sjálvstøðugt loftferðsluøki, har Føroyar veita tænastur til flogfør, sum flúgva yvir Føroyum, verður tikin upp við ICAO, ið er altjóða loftferðslufelagsskapur.

Poul Michelsen fer í næstum at leggja uppskot fyri landsstýrið um, hvussu viðkomandi partar í Føroyum leggja arbeiðið til rættis frameftir, stendur í tíðindaskrivinum frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV