Burturkastið skal skiljast betur

Burturkastið skal skiljast betur
Brennistøðin og endurnýtslan hjá IRF í Leirvík hevur fingið dagførda umhvørvisgóðkenning
Burturkastið, sum í framtíðini kemur til brennistøðina og endurnýtsluna hjá IRF í Hagaleiti í Leirvík, skal nú endurnýtast í størri mun enn tað áður hevur verið
 
08.07.2017 - 16:54

Burturkastið, sum í framtíðini kemur til brennistøðina og endurnýtsluna hjá IRF í Hagaleiti í Leirvík, skal nú endurnýtast í størri mun enn tað áður hevur verið.

IRF í Leirvík skal í framtíðini skilja burturkastið betri, soleiðis at so nógv, sum tilber, skal kunna endurnýtast heldur enn at brennast í ovninum, sigur Umhvørvisstovan.

Brennistøðin í Eysturoy hevur tí fingið dagførda umhvørvisgóðkenning, sum ásetur, at vandamikið og dálkandi burturkast skal skiljast burtur frá tí, ið skal brennast.

Ein treyt, sum fylgir við nýggju góðkenningini, er, at økið á brennnistøðini og endurnýtsluni í framtíðini skal vera mannað, fyri at tryggja, at burturkastið verður skilt rætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595