Hava 24 færri pláss at selja í flogfarinum

Hava 24 færri pláss at selja í flogfarinum
Ætlanin hjá Atlantsflogi at leiga eitt størri flogfar er slept, tí flogfarið verður ikki tøkt
Atlantsflog hevur longt sáttmálan um Airbus 319-flogfarið hálvt annað ár aftrat
 
26.07.2017 - 09:30

Atlantic Airways misti 24 pláss at selja, tí eitt felag í Írlandi megnaði ikki at hava eitt flogfar klárt at leiga føroyska felagnum.  

Atlantic Airways hevur tí leigað eitt Airbus A319 flogfar, sum felagið hevur havt síðani 2014, í knappliga hálvt annað ár afturat, til í mars 2019.

Ætlanin var annars, at flogfarið skuldi latast SMBC í Írlandi aftur eftir summarfrítíðina.

Í staðin fyri skuldi Atlantic Airways leiga eitt A320 flogfar frá Air Castle í Írlandi.

Men hetta verður av ongum, tí írska felagið megnar ikki at hava flogfarið tøkt, tá Atlantic Airways skuldi leiga tað.

24 færri stólar

Hetta ger, at Atlantic Airways hevur færri stólar at bjóða, tí A320 tekur 24 fleiri ferðafólk enn A319.

Føroyska flogfelagið hevur tí framvegis tvey A319 flogfør og eitt A320. Felagið eigur tvey flogfør og langtíðarleigar eitt.

- Fyri at tryggja okkum trý flogfør, hava vit longt avtaluna við SMBC í 18 mánaðir. 

Hetta gevur okkum samstundis tíð til at hugsa um, hvussu flotin hjá Atlantic Airways skal vera í framtíðini, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949