83 útlendingar fingu viðgerð í fjør

83 útlendingar fingu viðgerð í fjør
Í 2016 vóru ógoldnar rokningar fyri knappar 200.000 krónur fyri at viðgera útlendingar á Landssjúkrahúsinum
 
27.07.2017 - 08:01

83 útlendingar fingu viðgerð á Landssjúkrahúsinum í fjør. Viðgerðirnar kostaðu tilsamans umleið eina millión krónur.

Tað vísa tøl, sum Kringvarpið hevur fingið frá Landssjúkrahúsinum.

Í 2015 og 2014 vórðu ávikavist 93 og 91 útlendingar viðgjørdir,

Tá Landssjúkrahúsið ger upp fyri útlendingar, er tað fyri allar útlendingar undir einum, og munur verður ikki gjørdur á, um tað snýr seg um ferðafólk ella útlendingar, sum eitt nú arbeiða í Føroyum.

Ógoldnar rokningar

Í fjør vóru ógoldnar rokningar fyri knappar 200.000 krónur fyri at viðgera útlendingar.

Ein partur av frágreiðingini fyri hesar útistandandi upphæddir er, at tað kann ganga millum eitt og trý ár, áðrenn rokningin verður goldin. Hetta er serliga galdandi, tá talan er um rokningar, sum skulu rindast av útlendskum tryggingarfeløgum. 

Landssjúkrahúsið hevur ikki verið havt fyri neyðini at  avskriva nakran útlendskan sjúkling, sigur landssjúkrahúsið í teldubrævið til Kringvarpið.

Herfyri kom fram, at stóri vøksturin í ferðafólkatalinum í Íslandi eisini hevði við sær, at fleiri útlendingar fingu viðgerð á Land­spit­al­anum, størsta sjúkrahúsinum í Reykjavík.

Men vaksandi ferðafólkatalið í Føroyum tykist ikki síggjast aftur í viðgerðunum av útlendinum á Landssjúkrahúsinum á sama hátt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025