Í býin við flaggstongum og fingu sekt fyri ampa

Í býin við flaggstongum og fingu sekt fyri ampa
Ólavsøkan í ár var friðarlig hjá løgregluni. Tríggir menn fáa sekt fyri at bróta politiviðtøkurnar, tí teir gingu í býnum hvør við sínari flaggstong
Nógv fólk, men tey flestu skikkaðu sær væl.
 
30.07.2017 - 10:43

Hóast sera nógv fólk vóru í býnum, so hevur náttin verið sera friðarlig. Í hvussu so er hjá løgregluni, sum ikki hevur havt nógv at gera, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. 

Nógv fólk hava tó ligið avdottin ella verið so full, at teimum tørvaði hjálp, og har hava samarittarnir, sum hava hildið til í miðbýnum alla ólavsøkuna, gjørt eitt stórt arbeiðið, sigur løgreglan. 

Løgreglan hevur samstarvað vid samarittarnar, og tá fráboðanir eru komnar um avdottin fólk, hevur løgreglan heitt á samarittarnar. Teir hava síðani hjálpt fólki at koma fyri seg, so tey megna at vinna upp hús. 

Í býin við flaggstong

Hóast náttin var friðarlig, so vóru tríggir menn skuldsettir fyri at bróta politiviðtøkurnar. Tað er, tá fólk órógva almenna friðin ella eru til ampa fyri onnur. 

Menninir høvdu, hvør í sínum lagi, tikið eina flaggstong, og gingið við teimum í miðbýnum. Hetta metti løgreglan verða til ampa fyri onnur, og tí vórðu menninir skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar. Menninir fáa sekt fyri brotið. 

Koyrdi á løgnan hátt 

Og klokkan hálvgum sjey í morgun var ein bilur steðgaður, tí hann koyrdi á ein slíkan hátt, at løgreglan metti, at førarin kundi vera ávirkaður. Bilførarin var sendur at taka blóðroynd, og vísur blóðroyndin, at promillan er yvir 0,2, fær bilførarin bót. 

Nógv løgreglufólk hava annars gingið í býnum í gjárkvøldið og í nátt, og tað hevur helst verið fyribyrgjandi, men fráboðanir um til dømis harðskapsmál kunnu koma í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221