Sosialdemokratarnir vilja hava Ulf Kristersson at leggja frá sær

Sosialdemokratarnir vilja hava Ulf Kristersson at leggja frá sær
Fyribilsúrslitini vísa tepran sigur til reyðgrønu flokkarnar, millum annað Sosialdemokratarnar, við 176 sessum móti 173 til tey konservativu
Ulf Kristersson, forsætisráðharri í Svøríki, ætlar ikki at leggja frá fær, fyrr enn úrslitið er greitt.
Mynd: Christine Olsson/TT/Ritzau Scanpix  
 
15.09.2026 - 16:02

Sosialdemokratiski flokkurin í Svøríki krevur, at Ulf Kristersson, forsætisráðharri, leggur frá sær, um endaliga valúrslitið verður soleiðis, sum tað sær út nú, áðrenn tær seinastu atkvøðurnar eru taldar.

Fyribilsúrslitini vísa tepran sigur til reyðgrønu flokkarnar, millum annað Sosialdemokratarnar, við 176 sessum móti 173 til tey konservativu.

Floksskrivarin hjá Sosialdemokratunum, Tobias Baudin, heldur, at Ulf Kristersson skal leggja frá sær uttan himpr, um hetta úrslitið stendur við, og at hann beinanvegin skal boða forkvinnuni hjá svensku sosialdemokratunum, Magdalenu Andersson, frá hesum. 

Men floksskrivarin heldur, at alt tosið hjá Ulf Kristersson um, at har er ein ikki-sosialistiskur meiriluti og royndirnar hjá honum at fáa okkurt í lag saman við Center-flokkinum, bera boð um, at hann roynir at tvíhalda um valdið.

Men sum skilst, fer Kristersson ikki at boða frá, um hann leggur frá sær ella ikki, fyrr enn endaliga úrslitið er greitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329