Bretland undir trýsti: Trý lond krevja størri sjálvræði

Bretland undir trýsti: Trý lond krevja størri sjálvræði
Í gjár hittust leiðararnir í Skotlandi, Norðurírlandi og Wales í Cardiff, har teir skrivaðu undir eina yvirlýsing um at arbeiða fyri størri sjálvræði
15.09.2026 - 19:27

Í Skotlandi arbeiðir SNP fyri einum sjálvstøðugum Skotlandi, í Wales hevur Plaid Cymru sama mál, og í Norðurírlandi vil Sinn Féin hava eitt sameint Írland.

Støðan í Norðurírlandi er tó øðrvísi. Langafríggjadagsavtalan frá 1998 staðfestir møguleikan fyri fólkaatkvøðu um eitt sameint Írland, um undirtøka er fyri tí.

Michelle O'Neill, fyrstiráðharri í Norðurírlandi og varaforkvinna í Sinn Féin, sigur, at bretska stjórnin ikki kann velja, hvørjir partar av avtaluni skulu haldast.

– Tey kunnu ikki bara velja og vraka. Hetta er ein altjóða avtala, sum vit hava, og sum vit vilja hava verður hildin, sigur Michelle O'Neill.

Eingin meiriluti fyri loysing

Enn er tó langt á mál, áðrenn Bretland verður býtt sundur. Sambært seinastu kanningunum taka 47 prosent undir við skotskum sjálvstýri, 32 prosent við sjálvstøðu í Wales, meðan 36 prosent í Norðurírlandi vilja hava eitt sameint Írland.

Politiskt er støðan kortini broytt. Bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, hevur gloppað dyrnar fyri einari nýggjari fólkaatkvøðu í Skotlandi, um greið undirtøka verður fyri henni.

Kjarnin í kravinum hjá stjórnarleiðarunum í teimum trimum londunum er, at tað skal vera fólkið sjálvt – og ikki stjórnin í London – sum avger teirra framtíð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711