Marita og Súni viðgera løgmansrøðuna

Marita og Súni viðgera løgmansrøðuna
Stjórin í Vnnuhúsinum og formaðurin í Starvsmannafelagnum vera í sjónvarpsstovuni
 
01.08.2017 - 13:14

Vinnuhúsið og Starvsmannafelagið siga sína meining um ólavsøkurøðuna hjá løgmanni í sjónvarpskjakinum í kvøld.

Løgtingið viðger í dag og í morgin røðuna, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, helt á ólavsøku.

Tað sama fara Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, at gera í sjónvarpskjakinum í kvøld.

Tey fara millum annað at umrøða, hvat tey halda um politisku kósina, sum løgmaður legði í røðuni, um bústaðarneyðina í Føroyum og um lønarsamráðingarnar, sum verða í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012