Fyrsta afturlatna uppboðssølan verður í dag

Fyrsta afturlatna uppboðssølan verður í dag
Vørn selur rættindi at fiska makrel og botnfisk í Barentshavinum
Fyrsta av fýra afturlatnum uppboðssølum verður í dag.
 
24.08.2017 - 07:19

Fyrsta afturlatna uppboðssølan verður í dag hjá Vørn.

Ætlanin er at selja 5.447 tons av makreli og 1.721 tons av botnfiski í Barensthavinum, 1.107 tons í russiska partinum og 614 tons í tí norska.

Tey, sum eiga fiskiskip undir føroyskum flaggi, men ikki veiðiloyvi, ella føroyskt partafelag ella smápartafelag, sum skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna, skulu boða Vørn frá í seinasta lagi tríggjar viku frammanundan.

Vørn vil einki siga annars um uppboðssøluna í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025