Kanna mikroplastikk í útnorði

Kanna mikroplastikk í útnorði
Útnorðurráðið heitir á limalondini um at kanna, hvussu mikroplastikk dálking kann fyribyrgjast í útnorði
Kanningarúrslit skulu leggjast fyri limalondini í 2018
 
03.09.2017 - 09:36

Úttnorðurráðið hevur samtykt at heita á tey trý limalondini, Føroyar, Ísland og Grønland um at kanna, hvussu nýtslan og útlátið av mikroplastikk kann avmarkast. Tilmælið frá Útnorðurráðnum var eitt av fleiri tilmælum, sum ráðið samdist um á ársfundinum, sum hevur verið í Reykjavík seinastu dagarnar.

 Málið er, at kanningarúrslit síðani skulu leggjast fyri ráðið aftur á ársfundinum í 2018, so ráðið kann koma við einum endaligum tilmæli til londini um, hvussu farast skal fram við at fyribyrgja dálking við mikroplastikki í útnorði.

 

Fríhandilsøki í útnorði

Sum nakað nýtt vóru føroyski, íslendski og grønlendski uttanríkismálaráðharrin bodnir við á ársfund, har semja var um at undirskriva eina nýggja samstarvsavtalu. Málið við avtaluni er at kanna møguleikan fyri einum fríhandilsøki í útnorði og at stovnseta eitt handilsráð fyri økið.

Kári P. Højgaard, Jørgen Niclasen, Bjørt Samuelsen, Joen Magnus Rasmussen, Magni Laksáfoss og Bill Justinussen eru føroysku umboðini í útnorðurráðnum. Bill Justinussen luttók tó ikki á ársfundinum hesaferð.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891