Leyslatin aftur

Leyslatin aftur
Maðurin, sum var handtikin fyri at stinga, játtar seg sekan
 
03.09.2017 - 16:34

Maðurin, sum løgreglan handtók í nátt fyri at hava stungið ein annan mann, er avhoyrdur og leyslatin aftur. Tað merkir, at heldur einki grundlógarhoyr verður.

Klokkan tvey í nátt fekk løgreglan fráboðan um harðskap. Tað vísti seg, at talan var um ein mann, sum var stungin í búkin. Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, meðan ein annar maður var handtikin og síðani skuldsettur fyri grovan harðskap.

Løgreglan hevur í dag avhoyrt mannin, sum nú er leyslatin. Hann játtar seg sekan 

Innlagdur
Maðurin, sum er stungin, er framvegis á landssjúkrahúsinum. Av løgreglustøðini verður sagt, at støða hansara er stabil og hann er ikki í lívsvanda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860