Tjóðveldi tigur

Tjóðveldi tigur
Tjóðveldi vil framvegis ikki siga, hvør skal sita á fólkatingi fyri flokkin, men fer at koma við boðum seinnapartin í dag ella í morgin.
 
13.09.2017 - 12:16

Seinnapartin í dag, ella í morgin, fer Tjóðveldi at boða frá, hvussu tey gera við fólkatingssessin.

Tjóðveldi hevur seinastu tríggjar mánaðirnar brotið vallyftið, og latið Magna Arge sita bæði sum fólkatings og løgtingsmann.

Flokkurin hevði fund um málið í gjár, men flokkurin vil framvegis ikki siga alment, hvør niðurstøðan er, men Magni Arge sigur, at tey koma við nærri boðum seinnapartin í dag ella í morgin.

Til fólkatingsvalið gav flokkurin lyfti um, at fólk ikki skulu kunna sita bæði í løgtinginum og fólkatinginum samstundis, men tað hevur Magni Arge gjørt seinastu tíðina.

Magni Arge hevur havt farloyvi úr fólkatinginum fyri at fara í løgtingið, men sum varamaður á fólkatingi sleppur hann ikki í farloyvi aftur, og tí má hann endaliga úr tí sessinum, um hann aftur ætlar í løgtingið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871